Í sátt og semju

1.Gud tak mína hond og leið meg heim,

Heim til Himmalsins gleði og gleim,

Leið meg heim til tann æviga stað,

Har øll eru glað hvønn einasta dag.

2.Har uppi eg aftur síggja skal,

Øll tey eg her niðri mátti siga farvæl,

So fegin tey koma ímóti mær,

Biðja mær vælkomnan uppi har.

3.Ein Guds eingil eg veri tá,

Til ævigar tíðir eg har búgva má,

Guds einglar taka meg í hond,

Og til mín teir knýta sterk bond.

4.Himmalin er eitt gott stað,

Har at búgva hvønn einasta dag,

Í sátt og semji eg har liva skal,

Tí øll har uppi vilja mær alt so væl.

Selma Sandá 28 September 2021