Aftur vendist ikki

Nei aftur vendist ikki, tað vita vit gott.

Dagurin í gjár er farin, og vit kunnu ikki fáa hann aftur. Sama er við árinum sum renna so skjótt avstað, teimum kunnu vit heldur ikki steðga og vit fáa ikki árini aftur, tey eru farin.

Er ungdómurin fyrst farin frá einum, aftur kemur hann ikki.

Nú siti eg her 73 ára gomul og eg tonki mangan, nei tað kann ikki passa at eg eri so gomul, og hvar foru árini, hví runnu tey so skjótt. Ja árini renna skjótt og vit renna við.

Ellini kunnu vit ikki steðga hvussu fegin vit so vilja tað, nei vit fáa ikki ungdómin aftur, har vendist ikki aftur.

Tá eg hyggi í spegilin og síggi rukkur og grátt hár, ja tá tonki eg mangan, hvør er handan gamla konan í speglinum, tað er væl ikki eg, men jú tað eri eg. Eg kann ikki steðga aldringini og skrúva tíðina aftur, eg veit gott at tað letur seg ikki gera, so eg má vera nøgd við mínar rukkur og mítt gráa hár, og vera takksom fyri at eg enn eri her á fold, tí so nógvur av mínum javnaldrum eru lagdur í mold.

Jú vit kunnu farva hárið akkurat tann litin sum vit vilja hava, men innan fyri eru tey grái hárini. Vit kunnu sminka rukkurnar so tær næstan ikki síggjast, men vit vita gott at undur sminkuni eru rukkurnar enn.

Nei hvørki eg ella nakar annar kann skrúva tíðina aftur, tíðin inn heintar okkum, um vit so vilja tað ella ei.

Ofta koma vit at siga orð sum vit ikki skuldu havt sagt, tá orðið er fari av munni tekust tað ikki aftur, nei tað ger tað ikki, men vit kunnu biðja um fyrigeving fyri tí orðinum sum vóru betri ósøgd, annað kunnu vit ikki gera tí aftur vendist ikki. Mamma segði altíð vara tín munn, og hon man hava rætt, tí ofta var betri at vit høvdu tagt.

 

Selma Sandá 04 Oktober 2019