Tungt at sykla í skúla

Skúlin í Porkeri

Tá eg var barn og ung var lívið heilt annarleiðis enn tað er í dag.

Børn blivu ikki koyrd í skúla su nú, nei vit máttu brúka beinini fyri at koma fram, og tað líkamikið um tú hevði langan veg til skúlan ella ei.

Bilar vóru fáir og tað vóru fá foreldur sum áttu bil, so tað kom ikki fyri at foreldur koyrdu børnini í skúlan.

Eg gekk í barnaskúlan í Porkeri, og til tann skúlan var vegurin ikki langur, so tað var lætt og skjótt at ganga hjá teim flestu børninum.

Vágs Skúli og skúlalagið

Men um elluvi tólv árs aldur fóru eg og fleiri onnur børn til Vágs at ganga í real skúlan, vanliga má tað hava tikið ein tíma at ganga til Vágs, men vit gingu ikki ofta, nei vit syklaðu.

Men tað var alt annað enn lætt at sykla til Vágs, jú inn til Vágs var tað undanbrekka næstan allan vegin, og var man fyrst komin uppá klyvarnar sum var ein brøtt brekka at koma upp eftir, so var lætt at sykla tí tað var undan brekka allan vegin. Men út aftur til Porkeris gekk ikki so lætt, tí tá vóru nógvar brekkur sum vit skuldu upp í gjøgnum, og tað var tungt at sykla upp gjøgnum reyðubrekku, so ofta leiddu vit syklurnar upp gjøgnum hana, og tað var eisini tungt at sykla upp gjøgnum klyvarnar og har máttu vit eisini leiða syklyrnar.

Porkeri kavaklødd

Men eg hevði mangan ringan túr tá eg skuldi sykla til Porkeris aftir eftir skúlatíð, eg fyldust altíð við einari gentu sum eg eisini sat saman við í skúlanum, og eg taki ikki munnin ov fullan tá eg sigi, at mangur túrur eftir lokna skúlatíð til Porkerus var so ringur, at tað er eitt undur at vit komu vegin fram. Um veturin var ofta kavarok og stormur, tá var ikki stuttlugt at sykla, ofta við kavaroki beint í ansigtið. Men sykla máttu vit, um vit skuldu koma heim tí annar møguleiki var ongin. Mangan vóru vit so kaldar og vátar tá vit komu heim, at tað er eitt undur at vit ikki fingu lungabruna.

Eg gavst í skúlanum tí eg orkaði ikki, ella kanska tímdi eg ikki at sykla til Vágs í skúla so at siga hvønn dag, ja eg gavst sjálvt um báði lærari og mamma søgdu, at eg var so dovin. Ja eg helt, at tað var lætt hjá teimum at siga, tí tað var ikki tey sum skuldu sykla.

Eg havi næstan ikki rørt sykluna síðan eg gavst í skúlanum sum fimtan ára gomul.

Tá eg bleiv vaksin angraði eg mangan, at eg var givin í skúlanum, men eg vil siga at tað vóru aðrar tíðir tá enn tað er í dag.

Tað vóru ikki so nógvar gentur sum fingu sær lærdóm tá í tíðini, nei tær skuldu giftast og fáa børn og passa hús og heim, soleiðis bleiv sagt í hvør fall í smábygdinum. Men sjálvandi var tað nakrar gentur sum fingu sær onkran lærdóm, eisini gentur úr Porkeri.

 

Selma Sandá 22 Oktober 2019