Ansa eftir hvar fótur tín stíður

Ansa eftir hvar fótur tín stíður, tí tað er so lætt at trakka skeivt og fara inn á forbodnan veg.

Ja hvør av okkum man ikki onkuntíð hava verið á skeivum vegi, einum vegi sum vit onki høvdu at gera á, tað mugu tey flestu hava verið.

Í bíbliuni stendur at tað eru tveir vegir sum vit menniskjur kunnu ganga á, annar er smalur meðan hin er breiður. Um vit vilja sleppa til Himmals tá vit doyggja so eiga vit at ganga á tí smala vegnum. Men gera vit nú altíð tað? Nei øll av okkum eru nokk onkuntíð vilst inn á tann breiða vegin, men vónandi finna tey flestu av okkum aftur á smala vegin.

Vónandi ansa tey flestu væl eftir hvar tey seta fótin, men eg veit gott at tað er so lætt og freistandi at stíðja skeivt. Ja tað er alt ov lætt at villast av leið, og freistingarnar eru ofta nógvar á okkara lívsleið.

Men eru vit vilst inn á tann breiða vegin sum føriri til undurgang, so er at skunda sær at koma inn á smala vegin aftur og at ganga rætta leið.

Synda tað hava vit øll, hvør kann siga seg syndafríðan tað kann nokk ongin, men vit kunnu fáa fyrigeving fyri okkara syndur, um vit biðja Gud um tað.

Eg eri ikki betri enn onnur menniskjur, og eg havi gjørt nógv skeivt í mínum lívið, eg havi eisini gjørt okkurt sum hevði verið betri ógjørt. Eg hopi, at Gud fyrigevur mær alllar mínar syndur og tekur meg heim til sín, tann dag eg fari haðani frá.

Øll skullu vit einaferð haðani frá, tí ongin av okkum verður verðandi her altíð, men tíman og dagin kenna vit ikki, og Gud havi tøkk fyri tað.

Hetta eg her skrivi er bara nakað sum kom fram fyri meg, um at gera rætt og skeivt.

 

Selma Sandá 31 Mai 2019