Nú ljóðar vársins songur

Nú ljóðar vársins songur so hátt,

burtur skjótt hvørvur alt grátt,

ein ær fer spælandi avstað,

í hølinum á henni so glað,

er eitt lamb sum hon fekk í dag.

 

Ein páskalilja kagar upp úr mold,

skjótt spretta tær yvir okkara fold,

tann guli liturin sigur okkum tað,

at nú nærkast summari hvønn dag,

í okkara havar vit sáða nýtt fræð.

 

Tó kavin vil ei sínum takið sleppa,

neyðars lilja man seg við kveppa,

hon hevði ei vænta tað var so kalt,

so hevði hon seg longur í moldini fjalt,

men skjótt hevur kavin hana kvalt.

 

Lambið eftir mammu sínari rennur,

eitt lamb altíð mammuna kennur,

tá frósturin enn bítur so fast,

er gott at mamman er næst,

tí fyri øllum skapningum er hon best.

 

 

Selma Sandá 14 Apríl 2004