Jesus kemur aftur ein dag

1.Í skýgginum Jesus ein dag koma skal,

Einglaskaran hevur hann hjá sær,

Hann taka skal síni børn heim til sín,

Góði Jesus tak meg tá heim til tín.

2.Havi altíð hoyrt fólk siga frá,

At tá Jesus kemur í skýggini so blá,

Ein verður tikin við til Himmals,

Meðan ein annar verður latin eftir niðri her.

3.Eg kann bara siga við Jesus tað,

Góði Jesus gloym meg ikki tann dag,

Við tær til Himmals so fegin vil eg,

Góði Jesus gloym ikki her niðri eftir meg.

Selma Sandá 15 Oktobur 2023