Heimurin kallar

1.Heimurin kallar á meg,

lokkar meg á skeivan veg,

men Jesus rættur hondina til mín,

biðjur meg koma til sín.

2.Góði Frelsari verð mær altíð hjá,

Aldrin mást tú fara mær frá,

Fylg tú mær á míni leið,

So eg burtur villist ei.

3.Tá Jesus við í ferðini er,

Onki ónt kann náða meg her,

Hann verjur meg hvønn ein dag,

Góði Jesus takk fyri tað.

Selma Sandá 27 Apríl 2023