Bønin Faðirvár

Eg bleiv lærd at lesa faðirvár tá eg var ein lítul smágenta.

Meg minnust at mamma las bønina við mær, líka til eg dugdi at lesa faðir vár las mamma hana við mær.

Mamma signaði okkum børn hvønn morgun og hvørt kvøld, vit fóru ikki út ósignaði, og vit løgdu okkum ikki at sova uttan fyrst at hava lisi faðirvár.

Mamma segði, at las man bønina faðir vár so var man vardur av Guds einglum, og eg trúði henni, og eg trúgvi tað enn.

Eg lesi enn faðirvár sjálvt nú hvar eg eri blivin eldri, og eg haldi at tað ger bara  gott at lesa bønina, og at biðja fyri teimum man er góður við.

At lesa bønina faðirvár ger so onki ilt, nei hon ger bara gott, so hví skullu vit ikki lesa hana.

Man ser eisini í filmun at fólk sum koma í neyð folda hendurnar og biðja faðirvár, ein persónur sum er bangin biður eisini Gud um hjálp.

Eg havi eisini sæð at fólk folda hendurnar tá faðirvár verður lisið, ja tey sita still við foldaðum hondum.

Eg veit gott at tað finnast fólk sum siga, at Gud er ikki til, fólk sum eru ateistar, tey avnokta Gud. Men eg spyrji bara, hvønn mugu tey kalla á um tey eru í neyð, neyvan kalla tey á hin versta, nei tað kann eg so ikki trúgva. Nei ert tú komin illa fyri uppá onkran máta og hevur brúk fyri hjálp, so kallar tú á tann Himmalska Gud og biðjur hann hjálpa tær, manst tú ikki eisini kalla á Gud um tú hevur avnokta hann. Eg veit ikki so nógv um ateistar og líknandi, tían betur eru ikki so nógv slík fólk her í Føroyum, tað kann eg so ikki trúgva.

Øll fáa loyvi at hava sína trúgv í frið fyri mær, eg dømi ongan, tí eg eri ikki sett í verðina fyri at døma onnur. Men eg skili ikki, at nakar torir at avnokta tað kristni trúnna. Hetta er so bara mín meining, og eg lasti ongan, um tey hava eina aðra meining enn eg havi, vit liva í einum fríðum landi, og vit hava tali og skrivi frælsi, tían betur.

Nú fór eg kanska nakað av leið, men bønin Faðir vár er ein góð bøn at biðja og hon hjálpur mongum.

 

Selma Sandá 06 Oktober 2020