Í ellini saman

Tá kvøldi kemur,

og náttin við meg nemur,

tak meg tá í tín favn,

so eri eg komin trygt í havn.

 

Hvør løta saman við tær,

so trygg tykist mær,

tú er alt fyri meg,

so nógv elski eg teg.

 

Dagur so skjótt fer,

men trygg eg eri hjá ter,

í ellini saman tú og eg,

hond í hond ganga lívsins veg.

 

Selma Sandá 11 Januar 2020