Guds verndargarður

Gud hygg niður til okkum her,

armi mannabørn í hesi verð,

nú sóttin herjar um dalar og fjøll,

tína vernd gev til okkum øll.

 

Ein verndareingil tær frá,

send niður her at verja stór og smá,

hvør mannasál í hesari verð,

hevur brúk fyri hjálp frá tær.

 

Góði Gud tú gloymur okkum ei,

vís okkum inn á rætta leið,

halt Satan langt burtur okkum frá,

Gud í allar ævir verð okkum hjá.

 

Folda tínar hendur í bøn til hann,

sum yvir okkum øllum ráða man,

so fert tú í sálina sælan frið,

og Jesus gongur tær við lið.

 

Verndareingilin er millum okkum her,

sjálvt um tú hann ikki sær,

so gongur hann við tína lið,

og hann leiðir teg stig fyri stig.

 

Allar illar andar rekur hann frá tær,

um teg ger hann ein verndar garð,

Guds einglar vakt standa um teg,

um tú gongur á Harrans veg.

 

Selma Sandá 17 Mars 2020