Hoyr Guds kall

Hoyr Guds kall á teg,

hoyr hann rópar á teg og meg,

hann biðjur okkum koma av syndanna leið,

til Frelsaran sig nú ikki nei.

 

Heimurin dregur og lokkar teg,

vel heldur at ganga á Guds veg,

læn honum oyra títt í dag,

og sig til Frelsaran ja.

 

Heimsins gleði bert fáfongd er,

við at fylgja Jesusi tú æviga gleði fer,

tann dag tú fer foldini frá,

vónandi heim til Himmals tú tá ná.

 

Har skalt tú aftur møta øllum teim,

sum undan tær til Himmals fóru heim,

hvør stór gleði verður tað ikki tá,

øll tíni kæri tú aftur skal sjá.

 

Saman við tínum kæru uppi har,

æviga hvíld tú tá fær,

har verður aldrin skilnaður meir,

og aldrin skullu falla tár fleir.

 

Selma Sandá 02 Apríl 2020