Stóð í Hólabrekkuni við tveimum krykkum

Mammubeiggi mín Petur vanliga róptu vit hann gubbin, var føddur við báðum mjødninum úr lið, so hann var lamin alt sítt lív. Tá í tíðini fyri so mongum árum síðan var ongin hjálp at fáa, so tey sum vóru so óheppin at mjødnin var úr lið, máttu liva við tí alt lívið. Um gubbun hevði liva í dag hevði hann nokk verið farin um tey hundrað árini, so fyri so langari tíð síðan var ikki nógv at gera við tað um mjadnarnar vóru farnir úr lið.

Tað kom ongantíð uppá tal at gubbin skuldi fara niður fyri at fáa nýggja mjødn, so hann vandi seg at liva við tí sum Várharra hevði lagt á hann, ja so søgdu tey gomlu altíð, og tey assepteraðu lagnuna sum hon nú einaferð var.

Gubbin fór til skips sum aðrur drongir, og hann var við sluppum til fiskiskap, til hann legðist uppá land, tá mátti hann nokk vera um tey 50 árini, hann man ikki altíð hava havt tað lætt í rullinum umborð á einari slupp.

Tað meg minnist gubban so gekk hann skjótt húsanna millum við tveimum krykkum, ja eg vil siga at hann næstan rann. Eina mest minnist meg hann standa mitt í Hólabrekkuni og tosa við fólk, tí væl dámdi honum at tosa við fólk.

Hann hevði verið á Alv skúlanum við áir, hvar hann lærdi at gera leypar, strá taskur, kurvar og slíkt, hann sat í kjallarinum við opnari hurð og gjørdi sítt arbeiði. Næstan øll sum gingu forbí steðgaðu á og komu inn at tosa við hann. Meg minnust stráði sum hann brúkti liggja longs eftir øllum kjallara gólvinum, og vit blivu altíð ávaraði um ikki at trakka á tað.

Tað var ikki dagur at gubbin ikki var fleiri fer á gátt heima hjá okkum í Porkeri, og har sat hann á torvbonkinum væl at merkja um bonkurin var ledigur, so sat hann har og drakk kaffi sum oftast av undurskálini. Tað man nokk hava verið tí kaffiði var ov heitt, ikki undarlugt at kaffi sum mamma skonkti var heitt, tí kannan stóð altíð á tí heita komfýrinum.

Tað gingu nógv ár áðrenn gubbin vildi søkja um avlamispensión, veit ikki um hann helt tað var skomm at taka ímóti pensión, men til endan so fekk hann pensión, og eftir tað gjørdi hann ikki so nógv við ítrivi longur.

Tað meg minnist gubban so tókst hann altíð við okkurt, hann sat ongantíð inni við hondinum í favn, hann ribbaði húkar nokk fyri at forvinna nøkur oyri, og meg minnist hann ofta sita í hjallinum og telgja rívitindar, ja hann gjørdi eisini rívur, so handalugt arbeiði lá væl fyri hjá honum. Til okkum børn gjørdi hann skoytur sum vit skoytaðu á, og hann gjørdi okkum enntá ein sletuhest sum vit skreiddu á. Tá í tíðini fór man ikki í handilin at keypa slíkt sum kundi gerast heima, soleiðis var tað tá.

Hetta er bert eitt lítið minni sum kom fram fyri meg um gubban.

 

Selma Sandá 15 November 2019