Sjúka finnur til øll

Ja tað er vist sjúka finnur til øll, eisini til teg og meg, líka mikið um vit vilja tað ella ei. Desverri kemur sjúkan ofta uttan nakra ávaring, so áðrenn ein veit av, er man yvirtikin av sjúkuni, men hjá mongum kemur hon so líðandi og oyðileggur kropp og sál.

Eg vil ikki grenja um mína egnu sjúku, nei eg skrivi heldur um sjúkur sum heild. Og eg skrivi heldur um hvussu svárt tað er hjá teim nærmastu, at síggja ein tey eru góð við blíva ofta illa sjúkan. Hví er so her í verð, ja tað kann eg ikki svara uppá heldur enn nakar annar kann tað, tað veit bara Várharra.

Ofta hoyra vit um fólk sum eru frísk, og knappliga so eru tey antin illa sjúk ella kanska deyð. Tað er altíð eitt stórt sjokk fyri tey nærmastu, tá ein av teirra kæru sum var frískur á morgni knappliga er burtur um kvøldi, tikin av deyðans køldu hond.

Tað er altíð svárt at missa ein av sínum kæru uttan nakra ávaring, men tað er eisini sera svárt at síggja ein sum man er góður við liggja á sjúkralegu og terast burtur, fyri til síðst at bliva tikin foldini frá. Tað er svárt tá ein man er góður við doyr, tað er eisini svárt at síggja ein illa sjúkan liggja og pínast uttan at ein fer gjørt nakað fyri at hjálpa. Tað havi eg prøva og eg havi ikki orð fyri hvussu svárt tað er. Tú stendur hjálparleys uppi yvir sjúkraleguni og kann onki gera fyri at hjálpa, tað ringasta av øllum er, at tú veit at tað gongur bara ein veg, ja tú veit at persónurin sum tú er góð við bara bíðar eftir at doyggja, og tað er sera svárt.

Tað verður ofta sagt, at mann kann venja seg við at tann tú er góð við doyr, men eg haldi, at líkamikið hvussu illa stendur til, so hopar man til tað seinasta, ja man hopar nokk uppá eitt undur skal henda, eisini sjálvt um man veit, at har hendur onki undur.

Soleiðis eru vit menniskjur, vónin er nokk tað seinasta vit sleppa.

Eg havi mangan ynskt allar sjúkur niður og norður, men míni ynskir verða ikki hoyrd desverri.

Hetta er bert nakrir tankar sum komu fram fyri meg.

Hetta er bert nakrir tankar sum komu fram fyri meg, nú hvar vit aftur hoyra um korona, vónandi kemur tann sóttin ikki aftur henda veg av álvara.

 

Selma Sandá 25 Juli 2020