Tann smali vegurin

Sum barn fekk eg at vita, at eg altíð skuldi ganga eftir tí smala vegnum. Tað bleiv sagt, at tann breiði vegurin førdi til undirgang. Ja eg fekk at vita, at breiði vegurin førdi niður til óndamann, meðan smali vegurin førdi inn í Himmalin.

 Tað bleiv eisini sagt, at gekk eg altíð smala vegnum á, so kom eg inn í Himmalin tá eg doyði.

Tað var við ræðslu at eg tonkti uppá breiða vegin og óndamann, nei hann vildi eg ikki niður til, ikki fyri alt í verðini vildi eg til hann.

Óndimaður bleiv altíð tikin fram sum ein ræðumynd tá eg var barn, og eg ræddist hann so illa. at eg tordi ikki eingang at nevna hann við navni.

Eg royndi altíð at ganga á smala vegnum, men við hvørt so snávaði eg, og kom inn á breiða vegin, tann vegin sum allan mín barndóm hevði verið ein ræðumynd fyri meg, so eg royndi altíð at koma aftur á smala vegin, men eins og nógv onnur so viltist eg ofta, inn á breiða vegin. So hvørja ferð eg hevði banna, altso sagt eina illbøn ella sagt onnur vónd orð, so skundaði eg mær at biða Gud um fyrigeving, ja eg vildi so hjartans fegin, at Gud fyrigav mær, so eg kom aftur inn á smala vegin.

Enn í dag hvar eg eri blivin so gomul, og havi nokk ikki so mong ár eftir her á fold, so villist eg tían verri ofta inn á breiða vegin, tann vegin sum eg altíð havi havt eina sanna ræðslu fyri at koma inn á. Hopi bara at Várharra vísir mær miskunn, og letur meg koma inn í Himmalin tann dag eg fari foldini frá, hopi at hann fyrigevur mær tær syndur sum eg havi gjørt. Eg eri ikki syndafríð heldur enn nakar annar er tað, mugu vit øll ikki hava synda, ja sjálvt um vit royna at lata vera við at synda.

Alt mítt lív havi eg roynt at gera tað sum rætt er, men eins og onnur so havi eg ofta snáva inn á breiða vegin, men eg royni altíð at venda við og koma aftur á smala vegin, tann vegin sum eg allan barndómin hoyrdi førdi heim til Himmalin.. Eg hopi, at eg ein dag komið at møta teimum sum eg havi mist, teimum sum fóru undan mær, hopi at eg møti teimum aftur í Guds Himmali, og har skal búgva saman við teimum í allar ævir.

Sjálvt um vit mannabørn ofta snáva inn á breiða vegin, man Gud so ikki hjálpa okkum aftur á smala vegin, um vit biðja hann um tað, tað er so tað eg trúgvi, ja eg trúgvi, at Gud man vísa sínum børnum miskun uppá tann eina dag, tann dag tá vit standa framman fyri Gudi og skullu svara fyri okkara syndir, tær syndir sum vit hava framt meðan vit vóru á fold.

Eg havi altíð hoyrt, at ongin synd er so stór, at Gud ikki fyrigevur hana, og tað er mín vón, at tað tíð eg havi eftir at liva her á fold, vil eg ganga eftir tí smala vegnum, tí vegnum sum førur meg inn í Himmalin.

Selma Sandá 18 Septembur 2022