Hví smakkaði maturin betri fyrr í tíðini enn nú

Ja hví gjørdi hann tað, ella gjørdi hann so. Jú eg haldi at alt vit ótu fyrr í tíðini smakkaði betri enn tað ger í dag. Tað man nokk koma av at vit vóru ikki so forvandt tá, og vit høvdu ikki í yvirflóð av øllum sum vit hava í dag. Fyrr var tann mesti maturin heimagjørdur og eg vil siga, at hann var gjørdur við einari kjærligari hond. Eg minnist, at tá mamma fekk fisk og skuldi gera frikadellur og knettur, tá  stóð hon fyrst og skrallaði fiskin, tí hon fekk ikki fiskin bornar til hús sum flak, síðan mól hon hann í einari kjøtmaskinu, og hon mól við handa kraft, tí hon átti ongan el miksara, so elti hon fiskin væl og virðiliga í einum fati. Hon elti til hon helt at gott var elt, og tað kundi hon gera í meir enn eitt korter, so slóg hon fiskadeiggi upp til frikadellur og knettur. Hon hevði altíð brúkt langa tíð um at gera tað, og so stókti hon frikadellurnar og kókaði knettini eftir at tey høvdu staði eitt sindur. Ja mamma brúkti nógva tíð uppá at gera knettur og frikadellur sum vit skuldu hava til matna, men í dag fara vit bara í handilin og keypa liðugt fiskafars, og liðug gjørd knettur og frikadellur, ikki undarlugt í at vit halda, at tað mamma gjørdi smakkaði betri. Mamma bakaði altíð kaku hvønn leygardag, hon sat og rørdi kakuna við fatinum í fanginum alt meðan hon sang, hon mátti røra við hond, tí hon hevði ongan miksara ikki eingang ein hondmiksara. Men í dag fara vit bara til bakarun ella í ein handil og keypa kakur, veit gott at summi baka kakur, men tað eru nógv sum bara keypa, ikki undarlugt í at kakan sum mamma gjørdi smakkaði nógv betri enn kakurnar gera í dag, mamma gjørdi kakuna við einari kjærligari hond, tí smakkaði hon eisini nógv betri enn kakurnar í dag gera tað.

Alt vit eta í dag er sum oftast keypt úr handlinum, eg sigi ikki at tað ikki kann smakka gott fyri tað, men tað sum verður heimagjørt smakkar altíð betri. Tá eg vaks upp høvdu vit bara ein komfýr sum bleiv fýrdur við torvi og koli, og honum bakaði mamma báði smákakur, formakakur, breyð og drýl í. Sigi fyri meg at tað hevði eg ikki klára tí eg kláraði ikki eingang at fáa eld í komfýrin, eg var við at seta eld í meg sjálva tá eg royndi at kika í komfýrinum, so fyri meg er tað gott, at man í dag bara nýtist at trýsta á knappar, so kann man kóka og baka alt man vil. Men betri smakkaði alt tað sum mamma gjørdi enn tað sum eg geri í dag. Mamma gjørdi eisini verðins besti bollar, og hvørja fer vit hildu føðingardag fyri einum av børninum, so kom mamma inn at baka bollar, og teir gingu sum heitt breyð. Men nú er ongin mamma meir, so eg má sjálv royna, men eg dugi ikki líka so gott sum mamma dugdi.

Hetta er bara nakað sum kom fram fyri meg, eitt minni frá eini farnari tíð.

Selma Sandá 13 September 2021