Vakra Føroya land

1.Føroyar er eitt vakurt land,

har havi eg mítt ættarband,

sjálvt um landið lítið er,

tað einki pettið ger.

2.Í Føroyum bleiv eg borin í heim,

míni barnaár eg livdi í gleim,

vit hava tað so gott,

sjálvt um veðrið kann tykjast grátt.

3.Vit sova jú øll í song,

okkum nýtist ei at vera svong,

tað er ei sum úti í stóru verð,

har sum neyð og hungur er.

4.Men ofta eru vit ótilfreds,

vit vilja jú hava ein størri kreds,

ei verður tonkt yvir tað,

hvussu onnur verða forfyld í dag.

5.Latum okkum vera glað,

yvir tað sum vit hava í dag,

vit kunnu jú ikki vita,

hvussu leingi vit so trygg sita.

                             S. S.1982.