Hvar bleiv alt tað gamla av

Bygdin Porkeri.

Ja hvar bleiv alt tað gamla kenda av, alt tað sum okkum var so kent og kært, er tað fari í gloymskunnar hav.

Nei tað hopi eg ikki, hopi at vit minnast farnar tíðir, tí tær tíðirnar eru ein partur av okkara søgu. Hvar høvdu vit verið uttan tey undanfarnu, sjálvandi høvdu vit ikki verið til, so lat okkum minnast tað farna ættarliði við takksemi, og hava virðing fyri teimum, tí tey løgdu teir lunnar sum vit nú byggja okkara lív á.

Tá eg tonki uppá mín barndóm í Porkeri, hvar eg vaks upp, so minnist meg øll tey gomlu fólkini sum búu har, fólk sum í dag hvíla undir grønu torvi. Men fólk sum einaferð vóru livandi og vistu nógvar søgur at siga frá, og nógv at læra okkum og okkara komandi ættarlið. Í dag vildi eg ynskt, at eg hevði lurta betri eftir, tá tey fortaldu søgur fyri okkum børnum, søgur frá teirra egna ofta so strævna lívið, søgur sum nógvar nú eru farnar í gloymibókina, søgur sum eg vildi ynskt, at eg hevði lurta betri eftir meðan tíð var.

Alt tað sum tað undanfarna ættarliði visti at siga frá, er ein partur av okkara mentan, og tað eigur ikki at blíva gloymt. Hví skal alt tað gamla bara gloymast, hví ikki minnast hvussu lívið var tá omma, abbi, langomma og langabbi, olduromma og oldurabbi livdu, hví ikki minnast hvussu tey gjørdu alt fyri at yvirliva. Tá olduromma og oldurabbi livdi var lívið ein kampur fyri bert at fáa breyð í munnin og klæðir uppá kroppin. Vit eiga at minnast tey við takksemi og verða takksom fyri tað tey gjørdu fyri at skaffa familiuni mat í munnin, einari familiu sum eru okkara forfedrar, og uttan tey høvdu vit heldur ikki verið til.

Tey sum undan okkum eru farin, høvdu onga tøkni sum vit hava í dag, nei tey vóru noydd at gera alt frá grundini av. Tey kundu ikki eingang kóka sær ein drekkamunn uttan fyrst at hava skaffa torv til brenni, og kynda upp í einum komfýri sum vit onki kenna til í dag.

Sjálvandi minnist eg ikki so langt aftur í tíðina, sum til oldurommu og oldurabba, tey vóru deyð langt áðrenn eg bleiv fødd, men eg havi hoyrt tey eldru í familiuni siga frá, hvussu tey strevaðist og stríddist fyri at yvirliva. Tí vildi eg ynskt, at eg hevði lurta betri eftir, tá tey gomlu nú farni fólkini søgdu frá sínum og forfedranna lívið, einum lívið við stríð og strevi.

Eg havi hoyrt eldri menn fortelja frá slupptíðini, og hvussu strævin tann tíðin var. Hvat høvdu vit sagt í dag, um vit skuldu silgt yvir ofta vandafullt hav við sluppum fyri at vinna til lívsins uppihald. Tá í tíðini uddi tað við lúsum og loppum umborð á sluppunum, so teir stakkals menn mugu mangan hava havt tað ringt umborð, men teir høvdu onki valg, skuldi familian yvirliva so mátti siglast ofta yvir vandasjógv. Og so maturin teir fingu umborð man neyvan hava verið nakað at reypa av. Kom sjúka umborð á sluppuna, so bleiv sum oftast øll manningin sjúk, og tað man ikki hava verið stuttlugt, helst um tað var umfartssjúka sum gekk, tí vatn var lítið umborð so tað bleiv spart uppá vatnið, so mennirnir máttu hjálpa sær sum best uttan vasking av kroppi og klæðum.

Í dag romantisera vit ofta slupptíðina, men tað eg havi hoyrt frá sagt, so var tað alt annað enn ein romantisk tíð, nei fyri teir menn sum vóru umborð á sluppinum, var lívið strev og stríð og als onki at longjast aftur til. Men sjálvandi skullu vit ikki gloyma slupptíðina, tí hon er eisini ein partur av okkara mentannar lívið, so gott er at fólk eru sum gera okkurt fyri at varðveita sluppur, so alt um slupptíðina ikki verður gloymt.

Tá menn vóru heima rógvaðu teir flestu av teimum út, tað gjørdu teir fyri at forvinna pening til húsið. Mangan fór bátsmanningin syngjandi avstað um morginum, og komu teir aftur í øllum góðum, so sungu teir aftur at landi. Men mangan so komu bátarnir ikki aftur, tí teir vóru burturgingnur. í Porkeri har eg vaks upp, hoyrdi eg ofta tey eldri siga frá, um bátar sum vóru farnir til útróðrar um morginum og sum ikki komu aftur, teir vóru burturgingnur við allari manningini, hvat minnisvarðin ber boð um.

Eg skal ikki bara mála alt so svart, tí sjálvandi hava tey undanfarni eisini havt glaðar og hugnaligar løtur, og tey dugdu gott at hugna sær. Eg havi hoyrt tey eldru í Porkeri siga frá,  haldi tað var millum jól og nýggjár at tey fóru til Famjuns at dansa, tey gingu upp um fjøllini, og so steðgaðu tey í Famjun nakrir dagar, áðrenn var fari til gongu aftur til Porkeris. Famjiningar komu eisini til Porkeris at dansa, men meg minnist ikki aftur hvat tíð av árinum tað var, skuldi havt lurta betri eftir. Tað man hava verið tungt at ganga uppum fjøll, men tá í tíðini gingu fólk nógv eisini uppum fjøllini, tí tey høvdu ikki annan møguleika, tað var antin at fara í báti ella at ganga. Nær tað bleiv steðga við at fara uppum fjøll til aðra bygd at dansa veit eg ikki. Í dag fara øll við bili og tey ganga ikki uppum fjøll meir, tey koyra ígjøgnum fjøllini, tí tunnlar eru ígjøgnum so nógv fjøll, ja enntá undir sjónum verður koyrt í dag, so tað má sigast at vera ein onnur tíð, ein tíð sum okkara forfedrar onki kendu til, og aldrin høvdu dugt at fyristilla sær.

Hetta er bert eitt lítið minni um gamlar tíðir, tíðir sum ikki eiga at verða gloymdar, men heldur goymdar.

 

Selma Sandá 13 Februar 2019

 

Advertisements
Postað í Uncategorized | Ger eina viðmerking

Einaferð lættur dimmi

Øll hava vit nokk uppliva sorg í okkara lívið. Jú sorg og gleði er ein partur av lívinum, tað mugu vit øll sanna, men ymist er hvussu vit taka sorgina. Summi sum missa ein kæran syrgja alt lívið og koma ikki víðari, ja tey lata sorgina vinna. Ger man tað, so kemur man aldrin víðari í lívinum, tað sigi eg av egnum royndum.

Eg kann bara siga, at einaferð so lættur dimmi og vit finna gleðina aftur, um vit sjálvi vilja tað. Jú tað kann kennast so sera svárt at missa ein man elskar, og sorgin er mangan so tyngjandi, at man missur lívsneistan. Letur man sorgina blíva við at tyngja ein, so kemur man ongantíð víðari, men fer eitt tungt og trist lív.

Eg havi fleiri ferð í mínum lívið mist ein eg elskaði, og jú eg var niðurboygd av sorg í langa tíð, og hevði bert hug at goyma meg langt undir dýnini, goyma meg burt frá øllum, og liggja har og taka synd í mær sjálvari. Men so var tað sum eg vaknaði úr dvala og segði við meg sjálva, tú hevur enn eitt lív sum skal livast, so kom víðari í lívinum, tí eitt er víst tey deyðu koma ikki aftur, so ligg ikki har og tak synd í tær sjálvari. Jú eg kom víðari í mínum lívið og tað eri eg glað fyri í dag. Sorgina havi eg lagt frá mær, men minnini um míni deyðu eru ikki gloymd, men burtur goymd.

Tey sum tú hevur mist, høvdu um tey høvdu kunna sagt nakað, so høvdu tey nokk uttan iva biði teg fingið tað besta burtur úr tí lívinum sum tú enn hevur. Minst til at lívið er eittans, og so longi sum tú livur er títt lív dýrabart, og tú hevur bert tað eina lívið.

Eg vil bara siga út frá egnum royndum, at eftir tað myrkastu nátt so verður aftur ljóst, og dimmi lættur frá tínum hjarta. So lat ikki sorgina og myrkri vinna yvir tær, men finn gleði við lívinum aftur, tí tað er aldrin so myrkt, at ein ljósglotti ikki er at hóma.

Hetta er so bara mín meining um at missa, og um at koma víðari í lívinum.

Sjálv havi eg mist eitt barn og tveir menn, og fleiri av familiuni, og vinur sum eg var góð við, so eg veit hvat eg skrivi um.

 

Selma Sandá 03 Februar 2019

Postað í Uncategorized | Ger eina viðmerking

Mammusa milda rødd

Fyri mongum árum fór mamma foldum frá,

tó so nógv enn eg sakna hana má,

hennara mildu rødd eg gloymi ei,

aldrin aftur eg hoyra hana skal nei.

 

Vit síggjast ei aftur í hesari verð,

tí nú ongin kær mamma er her,

hon er farin frá hesari fold,

og hon hvílir trygt undir mold.

 

Mammusa sál nú í Himli er,

hon nokk niður til síni børn sær,

tey børn hon elskaði hvønn dag,

vernd veitur teim úr tí Himmalska stað.

 

Góða mamma mín fyrimynd tú var,

altíð hevði tú til okkum eitt gott svar,

ónt orð kom aldrin tínum munni frá,

nei tú altíð tað góða í verðini sá.

 

Ein eingil hjá Gudi tú blivin er,

einaferð møtast vit aftur í tí nýggju verð,

tá verður ongin skilnaður sum niðri her,

heima í Himlinum tann ævigi friður er.

 

Selma Sandá 01 Februar 2019

 

 

 

 

 

 

 

 

Postað í Uncategorized | Ger eina viðmerking

Var ofta bangin

Eg havi ofta hoyrt kvinnur sum einahelst eru giftar við sjómonnum siga, at tær unnast so illa at vera einsamallar heima, summar siga, at tær eru bangnar og hava tað ikki gott tá maðurin er á sjónum.

Eg má siga, at eg skilji gott hasar kvinnurnar, tí eg havi tað mesta av mínum lívið verið sjómannskona, og mangan var tað svárt at vera einsamøll heima við børninum, einsamøll um alt.

Ofta tá maðurin var á sjónum, og børnini vóru farin í song, og eg sat einsamøll heima tey longu myrku vetrar kvøldini, tá kundi tað kennast sera einslugt og ja eisini óunnilugt. Eg haldi at eg hvakk við av hvørjum óvæntaðum ljóði sum var at hoyra.

Tá eg sum ung kona flutti til Vágs at búgva, høvdu vit keypt eini hús sum lógu tætt við vegin, so onkuntíð hevði onkur sum hevði drukkið ov nógv hug at koma inn á gólvið. So tey myrku vetrarkvøldini stongdi eg altíð hurðina, tá børnini vóru farin í song, tí eg vildi ikki hava nakran óynsktan gest á gátt.

Okkara hús høvdu eitt stórt tómt loft sum bara eitt kamar var innrætta í. Uppá loftið seint á kvøldi fór eg ikki, tí tað tordi eg ikki, tordi ikki at lata loftslemmin upp og hyggja inn á tað myrka loftið. Eg veit ikki hvat eg væntaði at síggja á loftinum, neyvan hevði eg sæð nakað, men tá man er bangin so kann fantasiðurin taka yvir hond.

Men einaferð seint eitt kvøldi eg sat inni einsamøll í køkinum og seymaði við seynimaskinini hoyri eg, at okkurt gongur eftir gólvinum uppi á loftinum. Eg bleiv so kløkk at tað kendist sum hjarta steðgaði, og eg føldi hvussu ræðslan sníkti seg inn á meg. Eg tonkti hvør man vera á loftinum, fyrst helt eg, at onkur hevði sníkt seg upp har, men eg helt álíkavæl at fótafetini ljóðaði í so løtt til at vera fólk. Eg sat eina góða løtu stívna av ræðslu og mest sum skalv av bangilsi,  men so fekk eg fornuftin aftur, og eg tonkti, nei eg leggi meg ikki at sova, uttan at vita hvør tað er sum gongur uppi á loftinum. So við piprandi hjarta lyftið eg lemmin upp og tendraði ljósið.

Tá eg sá óbodna gestin hevði eg hug at flenna, tí á gólvinum spákaði ein fuglur, so ófriða kroppurin eg hevði vænta at møtt á loftinum var ein neyðars fuglur, sum nokk var bangnari enn eg. Eg fekk fuglin út við at lata vindeyga upp og so var friður. Fuglurin var nokk sloppin inn millum takið og veggin rokni eg við.

Tá man situr einsamallur tey longu myrku vetrar kvøldini, so hoyrur man altíð okkurt ljóð, ofta hevur tað onki uppá seg, men bangin kann man blíva fyri tað.

Og so søgurnar sum altíð gingu, í hvør fall tá eg var yngri. Meg minnist, at ein veturin tá søgdu fólk seg hava sæð ein maskumann, hann skuldi enntá vera sæddur á onkrum altani. Tað man hava verið ein veruligur maður sum hevur havt eitt hvørt fyri andliti, sum fólk so eri blivin bangin fyri. Eg sá so ongantíð nakran maskumann, so um tað passar veit eg ikki. Tað er altíð so at tá søgur fara at ganga, ja so verður nógv lagt aftrat, so kanska hevur onkur bara sæð ein mann uppføra seg undarlugt, nei eg veit so ikki hvat passaði í hasum førinum, men gott at eg ongantíð sá ella møtti maskimanninum.

Hvørja ferð maður mín fór til skips aftur var eg tung í huga, kedd av aftur at blíva einsamøll eftir heima við børninum. Men hann var sjómaður so har var onki at gera, hann var noyddur at fara við tá skipið fór avstað. So lá eg aftur bangin so manga stormfulla nátt, bangin um mannin sum var á tí vandafulla havið, bangin um at vera einsamøll eftir heima við smábørnum. Men eg hevði sjálv valt at gifta meg við einum sjómanni, so har var onki at gera, og eg kundi ikki noyða hann til at blíva heima, hann hevði valgt sjógvin og tað kundi eg ikki broyta. Sjálvt um eg mangan hevði hug at nokta honum at fara avstað aftur, so gjørdi eg tað ikki.

Eg vil siga at tað er ikki stuttlugt at blíva einsamallur, nei tað er grúsomt, líkamikið um tað er tí maðurin er á sjónum ella við deyða.

Tá maður mín doyði og eg var blivin einsamøll, hevði eg mangan ringt við at venja meg til tað. Ja mangan so lurtaði eg eftir hansara fótafetum, ja sjálvt um eg visti, at eg aldrin fór at hoyra tey aftur, so var tað sum væntaði eg at hann skuldi koma inn. Tað var sum sjálvt veggirnir teskaðu við hansara rødd til mín. Sjálvandi veit eg gott, at tað bara var í mínum hugaheimi at eg føldi hann nær, tí hann var deyður og kom sjálvandi ikki aftur. Nei tey deyðu skullu hava loyvi at hvíla í frið tað veit eg gott, men sjálvandi kann man syrgja fyri tað, og føla seg einsamalla.

Eg haldi ikki sjálv at eg unnust illa, nei tað geri eg ikki, men álíkavæl kann eg gerast kløkk av onkrum óvæntaðum ljóði, so eg vil siga at tað er so sára menniskjalugt at blíva bangin, og tað skal man ikki skammast yvir.

 

Selma Sandá 03 Januar 2019

Postað í Uncategorized | Ger eina viðmerking

Innan fyri teir fýra veggirnar

Hvat gongur fyri seg innan fyri teir fýra veggirnar vita fólk lítið um.

Nei ongin av okkum kennir veruliga til, hvussu fólk hava tað við hvønn annan í teirra egna heimi, vit vita ikki um tey eru einig og liva í sátt og semju, ella um tey klandrast og kanska eru úti fyri ella sjálvi fremja harðskap.

Ofta hoyrur man sum slatur at hasin og hasin maðurin bukar konuna og kanska børnini við. Men øll hava vit ringt við at blanda okkum, sjálvt um vit eiga at blanda okkum, um vit vita um børn sum blíva misrøkt og kanska eru úti fyri harðskapi í heiminum, so hví lata vit bara standa til?

Tað er sjáldan man hoyrur um, at konan bukar mannin, men tað kemur eisini fyri at tað hendur. Øll hava vit nokk ringt við at skilja at slíkt kann fara fram, men tíðan verri hendir tað, nokk eisini í okkara lítla landi.

Sjálv havi eg ongantíð verið úti fyri harðskapið, so eg kenni ikki nógv til slíkt, men eg havi eins og nógv onnur hoyrt um, at harðskapur fer fram í nógvum heimum, ja kanska alt ov nógvum.

Hví kunnu fólk ikki einast og liva saman í sátt og semju, ja tað kann hvørki eg ella nakar annar svara uppá. Eg skilji heldur ikki, at tvey fólk sum einaferð hava verið góð við hvønn annan, kunnu finna uppá at leggja hond á sín maka, nei í mínum hugaheimi er tað óskiljandi, men tað er so nógv her í verðini sum eg ikki skilji.

Ofta skal tað lítið til at fólk ganga yvir gevind og brúka harðskap ímóti sínum nærmastu, hví er tað so, og hví fara fólk heldur ikki frá hvør øðrum heldur enn at berjast og klórast?

Tað man vera ringt fyri eitt barn at vaksa upp í einum heimi hvar foreldrini brúka harðskap ímóti hvør øðrum, tað kemur nokk at merkja barnið alt lívið. So eg vil siga at tað hevði verið betri fyri tey børnini, at mamma og pápi fóru frá hvør øðrum, enn at klandrast og kanska brúka harðskap ímóti hvør øðrum.

Eg havi onkuntíð hoyrt róp og skríggj úr onkrum húsum tá eg havi gingið framvið, og eg vil siga at tað ræddi meg, og eg føldi meg sera illa, men sjálvandi vildi eg ikki blanda meg, ja hví ikki. Nei eg veit ikki, hvat er rætt at gera um man hoyrur fólk deilast, tí ofta so einast tey aftur.

Hetta er so bert nakrir tankar eg festi á blað, og eg kann bara siga, verið góð við hvønn annan, meðan tit hava hvønn annan, tí so skjótt kann tað vera ov seint, so vís kærleika meðan tú livur her á fold, ov seint er tá tú ella makin liggur í mold.

 

Selma Sandá 23 Novembur 2018

Postað í Uncategorized | Ger eina viðmerking

Hyggi inn í tey tómu rúmini

Eftir at míni fimm børn øll vóru  flutt heiman ífrá vóru tað fleiri tóm rúm í húsinum. Eg kann bara ikki siga frá hvussu nógv eg saknaði børnini, saknaði at hoyra teirra látur, ja eg saknaði eisini teirra órudd. Mangan ynskti eg meg aftur til tað tíðina, tá børnini búu heima og fylti húsið við látri, tosi og við sínum vinum.

Eg vandi meg so við og við at børnini vóru flutt, eg hevði mannin eftir so tað bleiv ikki við at kennast so svárt. Jú eg hevði mannin eftir, og hann fór ongan veg, tað helt eg so, men eg fekk annað at síggja, tí tann náðisleysi deyðin kom ágátt og tók mannin frá mær.

Maður mín Páll

Tá maður mín doyði og eg bleiv einsamøll, tá kendist einsemið sera svárt, ja so svárt at eg kann ikki siga frá hvussu svárt tað var. Frá at hava verið sjey fólk í húsið til at blíva púra einsamøll, ja tað kann ikki annað enn kennast svárt. Eg veit ikki hvussu ofta eg gekk frá einum rúmið til annað og bara hugdi inn, men har var sjálvandi ikki ein livandi sál, so við tungum hjarta lat eg bara hurðina aftur, ja tá fann eg útav hvat einsemið vil siga.

Longi eftir at maðurin var deyður, gekk eg frá rúm til rúm, veit ikki um eg væntaði at finna onkran inni í teim tómu rúminum, men sjálvandi var ongin har, og eg hoyrdi bert míni egnu fótafet, og mín egna andadrátt. Mangan føldi eg hvussu tárini runnu, ja eg græt um mítt einsemið og um at eg var latin einsamøll eftir.

Mangan var eg eisini ill, ja eg var ill inn á mín deyða mann, ill um at hann bara fór frá mær, og lat meg sita eina eftir. Ja eg kundi gott deila inn á hann, eisini sjálvt um eg visti, at tað var skeivt, tí hvat kundi hann havt gjørt, hann kundi ikki vinna yvir deyðanum, tí miskunnleysa deyðanum, tað visti eg gott.

Sjálvandi komu míni børn at vitja , og tey sum komu aðra staðna frá steðgaðu eisini eitt sindur her, og so var lív aftur í húsinum, og tað føldist sum eitt heim aftur og ikki bert sum eitt tómt hylki.

Men alt for skjótt so fóru øll avstað aftur, og aftur sat eg einsamøll, aftur føldi eg hvussu einsemið sníkti seg inn yvir meg og var við at køva meg.

Sjálvandi var eg ikki altíð tung í huga, eg hevði eisini ljósar løtur, løtur hvar eg kundi finna gleði við lívinum. Men eg vil siga at tað er ringt at blíva einasamøll, og eg skili ikki at summi siga, at tey trívast best einsamøll, men vit menniskjur eru so ymisk, og øll hava lov at hava sína meining.

Hetta er bert nakrir tankar sum komu fram fyri meg, tankar um hvussu ringt tað er tá makin doyr, og man situr einsamallur eftir. Men eg vil eisini siga at man er noyddur at koma víðari í lívinum, tí man hevur onki annað valg, lívið er eittans og tað má livast sum man nú einaferð best kann tað.

 

Selma Sandá 24 August 2018

 

Postað í Uncategorized | Ger eina viðmerking

Føringar, verji land og fólk

Hvat er tað ikki gott at búgva í Føroyum. Eg eri glað fyri at eg bleiv fødd í Føroyum og ikki í einum øðrum landið langt herfrá. Føroyar er eitt gott og vakurt land at búgva í, lat okkum ikki oyðileggja tað.

Vit hava tað gott í Føroyum ikki kann sigast annað. Sjálvandi veit eg væl, at ikki øll hava havt tað líka gott, nei tað eru nógv sum kanska hava havt ein ringan barndóm ella ein ringan ungdóm, men tey flestu av okkum hava tað gott. Tó vil eg siga at vit pensionistar kundu fingið eina hægri pensión at liva av. Alt er blivið so dýrt í dag, at tey flestu hava ringt við at fáa endarnar at røkka saman.

Mamma og pápi.

Eitt annað sum kann øsa meg upp, tað er at hoyra og síggja hvussu tað í dag verður grenja um okkum eldri, eg haldi mangan, at tey fáa tað at ljóða sum vit bara eru ein byrða fyri samfelagið, men hvør hevur bygt tað landið sum tey nú skalta og valta við, hvør hevur bygt tað upp, er tað ikki tey eldru. Hvør hevur lagt lunnar undir Føroya land, og hvør hevur

gjørt tað møgulugt fyri tey sum eru ung í dag at fáa góðar og dýrar útbúgvingar. Nei eg vil siga at tey sum eru gomul í dag, tað eru tey sum hava bygt hetta landi sum vit búgva í, so lati vera við at grenja um at tað eldra ættarliði er alt ov dýrt fyri landi, gev teimum heldur eina hægri pensión, og spari so heldur onkra aðra staðna.

Tað er ikki rætt og sámilugt, at tosa so negativt um tey eldru. Tey flestu av teimum sum eru eldri í dag, hava streva og strítt alt sítt lív, ofta við hørðum kroppsligum arbeiði. Tey hava arbeitt í sveittabrotið fyri, at vit øll skullu fáa tað

Abbi og omma mín við Geil.

gott,  so hví skullu tey kenna seg sum ein byrða fyri landið tey búgva í, eitt land sum tey sjálvi og forfedrar teirra hava bygt upp. Tit sum eru ung í dag tonki uppá, at um tykkum er lív laga, so verða tit eisini einaferð gomul, og kanska koma tit tá at trongja til hjálp frá øðrum. So virði tey eldru og gev teimum góð og sámilig kor at liva undur, tí tað hava tey so sanniliga uppiborið.

Annars er landið gott at búgva í, vit hava eina vakra nattúri, tó til tíðir við heldur harðbalnum veðri. Men ódnir hava vit ikki havt nógvar, og vit eru spard fyri jarðskjálvta, tyfonir og annað slíkt ringt veður. Higartil hava vit eisini verið spard fyri kríggi og yvirgangi, og lat okkum hopa at tað eisini verður so í framtíðini.

Samanum tikið vil eg siga at Føroyar er eitt gott land at búgva í, so lat okkum Føringar varðveita landið, so vit framvegis kunnu hava tað gott í Føroyum, og havi virðing fyri forfedrinum.

 

Selma Sandá 30 Juni 2018

Postað í Uncategorized | Ger eina viðmerking