Taki upp eftir tykkum

1.Okkara land er vakurt í dag,

men hvat gera vit við tað,

alt tað sum vit njóta her,

tonkja vit yvir hvar tað fer.

2.Alt skal verða so lætt í dag,

tí oyðsla vit við øllum slag,

alt okkara avfall, hvar tað fer,

tað okkum sama ger.

3.Knústar fløskur er dagligt at sjá,

ei tað prýðir okkara nattúru uppá,

brúktir posar av ymsum slag,

flýtir á vegnum hvønn dag.

4.Okkara land verður sum vit gera tað,

ruddi upp eftir tykkum nú í dag,

tá vit hava svína alt út,

kunnu vit ei loysa tann gordiska knút.

                             S. S. 1988