Gloymi ikki børnini

Hví skunda vit okkum so hvønn dag,

tíðiliga á morgni vit fara avstað,

fáar mammur hava tíð meir,

tonkja mest uppá pengar fleir.

 

Hvønn morgin tíðiliga við skund,

ríva børnini upp, úr teirra søtasta blund,

deilandi kom nú upp við tær,

tað stóra barnið ein lykil um hálsin fer.

 

So út av húsinum við skund,

ikki kann bíðast bert eina stund,

uppá klokkuslag mamman møta skal,

ei verður spurt um barnið følir seg væl.

 

Pengar nógvar pengar mamma tjena má,

fyri øll statussymbolini at fá,

nýggjan bil helst annað hvørt ár,

jú soleiðis renna nógv barnaár.

 

Selma Sandá 1983