Sjógvurin so spegilsblankur

1.Sólin skínir yvir dalar og fjøll,

Vermur mannabørn øll,

Fólk í sinni gerast so glað,

Takka Gudi fyri tann góða dag.

2.Hvør fuglur so fagurt láta man,

Eisini hann gleðast kann,

Takk Gud fyri tann góða dag,

øll gerast vit so hjartans glað.

3.Sjógvurin so spegilsblankur er,

So vøkur er okkara dýrabara verð,

Tvey ganga hond í hond,

Knýtt tey hava kærleikans bond.

4.Gud tú stóra tøkk hava skal,

Alt hevur tú skapt so sera væl,

Stóra tøkk eg siga tær vil,

Takk fyri alt frá tíni hond sum er til.

Selma Sandá 09Juli 2023