Mammusa bønir hjálpa

Mugu ikki tær flestu mammur biðja fyri sínum børnum, eg kann ikki trúgva annað. Ikki tí eg veit gott, at tað finnast mammur sum eru líkaglaðar við teirra børn, men eina slíka mammu kenni eg so ikki, leggi heldur ikki í at kenna hana.

Alt tað meg minnist so bað mamma fyri okkum, hvønn morgun signaði hon okkum børn og bað Gud passa uppá okkum, og hvørt kvøld signaði hon okkum aftur og bað faðirvár við okkum. Mamma segði, at hon legði okkum í Guds hendur, og í hansara hondum vóru vit trygg. Mamma bað altíð Gud um at bevara okkum.

Eg havi eisini altíð biði fyri mínum børnum líka síðan tey komu í verðina, og eg biði hvønn dag fyri teimum, og tað vil eg gera til eg latið míni eygur aftur fyri seinastu ferð. Eg biði eisini fyri ommu og langommubørnum, ja eg biði fyri øllum teim eg havi kær.

Eg trúgvi uppá, at bønirnar sum sendar vera upp til tann almægtiga Gud blíva hoyrdar, og hann hjálpur sínum børnum eftir besta fyrimuni.

So mon ikki mammusa bønir hjálpa, tær gera so onki ilt, bert gott.

Eg havi onga mammu meir, hon er farin foldini frá fyri mongum árum síðan, men eg veit at hon vakir yvir mær og mínum frá Himlinum har hon nú býr, ja mamma vekjur yvir sínum børnum, og teimum sum hon hevði kær her á foldini.

Eg kann bara siga, at mammusa bøn hjálpur, hennara bønir hjálpti mær í barndóminum og tær hjálpa mær enn, nú eg nærkist ellini árinum.

Hetta er bert nøkur fá orð eg skrivi her um at bønir hjálpa, so ein kann spyrja hví hava menniskjur gloymt bønina. Nei eg fái sjálvandi onki svar, men eg veit bara, at tá man blívir eldri so koma mammusa bønir fram fyri ein aftur, um man væl at merkja hevur átt eina góða mammu sum bað fyri sínum børnum, tað havi eg uppliva á egnum kroppi, og eg minnist mína mammu við stórum takksemi, og fyri tann stóra kærleika hon vísti sínum kæru.

 

Selma Sandá 27 Mai 2018

Om selmasanda

Eg búgvi í Vági. Mær dámar væl at skriva søgur og annað. Nú royni eg uppá hendan mátan at deila søgurnar við onnur.
Dette indlæg blev udgivet i Uncategorized. Bogmærk permalinket.

Skriv en kommentar